Teoriroynd
Teoriroyndin verður gjørd á teldu, har tú svarar spurningum út frá myndum av ferðslustøðum. Royndin tekur umleið hálvan tíma. Úrslitið sært tú beinanvegin, og feilir verða vístir á metingarblaðnum. Er feilur í meira enn fimm myndum, er royndin ikki staðin. Vit venja javnan við líknandi uppgávum, so tú ert væl fyrireikaður.
Koyriroynd
Í verkligu koyriroyndini skalt tú vísa, at tú kanst koyra trygt og støðugt í vanligum ferðsluviðurskiftum. Royndin varir umleið 45 minuttir, og tú koyrir eftir ávísingum frá royndarmanninum. Smærri feilur eru ikki nokk til at fella royndina, tí hon verður mett sum ein heild. Úrslitið fært tú beinanvegin, og um royndin ikki er staðin, verður greitt frá, hvat skal bøtast um.
Endurtøka
Tá koyrirætturin er frádømdur treytaleyst, kann hann endurtakast eftir tíðarskeiðinum við eini eftiransandi koyriroynd í bæði ástøði og verki. Ástøði kann takast 3 mánaðir áðrenn, og verkið 1 mánað áðrenn. Er frádømingin vegna rúsdrekka, krevst eisini nýggj frálæra og RRF‑skeið. Eru meira enn 3 ár liðin, skal læknaváttan leggjast fram. Hevur tú fleiri bólkar, skal roynd takast í hvørjum bólki, tú vilt endurtaka.
Okkara bilar
Manuel gear & automatisk gear



Til reiðar?
Myrkaskeið
Myrkaskeiðið gevur næminginum royndir í at koyra undir ringum ljósviðurskiftum. Hetta er ein týdningarmikil partur av frálæruni og tryggjar, at tú ert væl fyrireikaður til koyring í myrkri.
Eftiransandi koyriroynd
Um koyrirætturin er frádømdur treytað, skal persónurin innan ásettu freistina fara til eina eftiransandi koyriroynd.
